Brúðarkøkur
Leita tit eftir tí heilt serligu køkuni til tann heilt serliga dagin?
Vit í Kaffihúsinum síggja tað sum eina stóra æru, at fáa loyvi, at gerast partur av tykkara stóra degi.
Vit gera okkum altíð stóran ómak við at nýta hágóðsku rávørur, heilt frá grundini og í øllum smálutum, tá køkan verður prýdd.
…………….
Brúðarkøkusmakking
Ivast tit í, hvørja køku tit skulu velja, so ber til at bíleggja sær tíð til køkusmakking.
Umframt køkurnar, hugna vit um
við kaffi ella te ella hví ikki brúsandi víni, so tit kunnu fáa eina hugnaliga løtu saman.
Kondittarin kemur at greiða frá køkunum, og saman snikka vit tykkara heilt egnu brúðarkøku.
Trýst her fyri at bílleggja brúðarkøkusmakking