Kaffi
Síðan Kaffihúsið læt dyrnar upp á fyrsta sinni í novembur 2009, hevur Kaffihúsið verið umboð í Føroyum fyri kaffivørurnar hjá navnframa Kaffitár í Íslandi. Tey ið hava ferðast í Íslandi kenna óivað kaffistovurnar hjá Kaffitár, ið eru at síggja runt um í Reykjavík eins og á flogvøllinum í Keflavík.
Kaffitár hevur meira enn 30 ára royndir innan kaffivirksemi. Aðalheiður Heðinsdóttir, sum stovnaði fyritøkuna í 1990, hevur sjálv ferðast víða um til kaffilondini, har hon samstarvar beinleiðis við ymiskar kaffibóndur og velur bestu bønurnar, sum so verða innfluttar til Íslands, har tær verða brendar á brennarínum uttanfyri Keflavík. Addi seldi fyritøkuna fyri nøkrum árum síðan til OHJ, men hon er enn tilknýtt sum serfrøðingur.
Brennandi áhugin fyri góðum kaffi er grundarlagið undir øllum teirra arbeiði, og alskurin til alla mannagongdina er við til at tryggja ta einastandandi góðu kaffigóðskuna. Her tosa vit um øll stig á leiðini frá kaffiplantuni í eitt nú Nikaragua ella Bolivia til tú situr við tínum kaffimunni í Kaffihúsinum í Voksbotni.
Kaffið, ið vit keypa frá Kaffitár, verður brent júst til okkara og beinanvegin sent okkum. Hetta ger, at gestir okkara altíð fáa fyrstafloks kaffi.
Kaffitár hugsar um umhvørvið í øllum sínum virksemi frá kaffibønini til kaffimunnin. At hugsa um umhvørvið verður sæð sum ein samfelagslig ábyrgd. Málið er at minka um umhvørvisárin, sum standast av kaffibrenning og kaffistovum. Kaffitár vil vera eitt fyridømi tá um umhvørvið ræður og vísa í verki at umhvørvisvernd væl kann gerast partur av okkara gerandisdegi. Kaffihúsini hjá Kaffitár fingu svanaheiðursmerkið í 2010, og er tað eitt stig á leiðini í teirra stremban at minka um útlátið frá kaffihúsunum og teimum tænastum tey veita.