Keypstreytir
1. YVIRSKIPAÐ KUNNING
Kaffihúsið
Bryggjubakki 14
100 Tórshavn
V-tal: 581917
Telefon: +298 358787
Teldupostur: kaffihusid@kaffihusid.fo
2. GJALD
Kaffihúsið tekur ímóti hesum gjaldskortum: Visakort og Mastercard via Quickpay.
Upphæddin verður trekt av konto tíni, tá vøran er avheintað.
Allar upphæddir eru í DKK við mvg.
3. VØRUR
Á kaffihusid.fo ber til at keypa matvørur, so sum kakur og dessertir, umframt gávueskir og gávukort.
4. AVHEINTAN (LEVERING)
Vørur keyptar á kaffihusid.fo skulu avheintast á bústaði okkara:
Undir Bryggjubakka
FO-100 Tórshavn
5. IÐRANARRÆTTUR
Tú hevur sum kundi 14 dagar iðranarætt, tá tú keypir á kaffihusid.fo
Iðranarætturin fellur burtur 14 dagar eftir at tú hevur fingið vøruna.
Nógvar av vørum okkara eru frískar matvørur og kunnu hesar ikki latast inn aftur, sambært Keypilógini
Eru trupulleikar við avheintaðu vøruni, skalt tú boðað okkum frá skjótast gjørligt á kaffihusid@kaffihusid.fo (í seinasta lagið dagin eftir avheintan kl. 12.00).
Tú kanst ikki iðra teg bert við at nokta at móttaka ella avheinta vøruna.
6. AFTURSENDING
Um tú ynskir at aftursenda vørur, sum ikki eru matvørur, skalt tú aftursenda vørurnar til okkum uttan óneyðuga seinkan. Hetta skal gerast í seinasta lagið 14 dagar eftir, at tú hevur boðað frá, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt. Tú rindar fyri útreiðslurnar í samband við aftursendingini av vørunum. Tú hevur ábyrgdina av vøruni frá tí løtuni hon verður avleverað/avheintað.
Afturgjalding av keypsupphædd
Iðrar tú keypið, fært tú afturgoldið upphæddina, sum tú hevur goldið til okkum. Hendur ein virðisminking, sum tú heftir fyri, verður hetta trekt av keypsupphæddini.
Velur tú at nýta tín iðranarrætt, endurrinda vit gjaldið vit hava móttikið frá tær, uttan óneyðuga seinkan og í øllum førum 14 dagar eftir, at vit hava móttikið boðini um, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt. Vit endurrinda upphæddina við sama gjaldmiðli sum upprunakeypi var gjørt í, uttan so at tú greiddliga hevur samtykt okkurt annað.
Vit kunnu halda endurgjaldinum aftur, inntil vit hava móttikið aftursendu vøruna, uttan so at tú kanst skjalprógvað aftursendingina.
Iðrar tú keypið, skal vøran sendast til:
Kaffihúsið
Bryggjubakki 14
100 Tórshavn
Hesi vørusløgini eru ikki partur av iðranarrættinum:
– Vørur, sum eru framleiddar eftir serligum ynski frá keypara ella hava fingið eitt týðiligt persónligt eyðkenni.
– Vørur, sum versna ella fyrnast skjótt
7. ENDURGJALDSKRAV
Tá tú keypur á kaffihusid.fo hevur tú 24 mánaðar endurgjaldskrav. Hetta merkir, at tú kanst fáa vøruna bøtta, umbýtta, peningin afturgoldnan ella avsláttur av prísinum treytað av ítøkiligu støðuni. Rættindahavi til endurgjald er eitt krav og at breki ikki er ein avleiðing av skeivum brúki av vøruni ella aðrari skaðaelvandi atferð.
Tú skalt gera vart við breki á vøruni innan “rímiliga tíð”. Um tú gert krav um endurgjald innan tveir mánaðar eftir at tú hevur funnið brek á vøruni, verður hetta altíð rokna sum rættstundis.
Hevur tú rættindi til endurgjald, rinda vit tær (eitt rímiligt) vøruflutningsgjald aftur. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligum pakkitilfari, og minnst til at fáa eina kvittan fyri vøruflutningsgjaldið, so vit kunnu endurgjalda tað.
Hetta er ikki galdandi fyri matvørur.
Vøran skal sendast til:
Kaffihúsið
Bryggjubakki 14
100 Tórshavn
Tá tú letur eina vøru innaftur, verður tú biðin um at lýsa trupulleikan nágreiniliga.
Vit taka ikki ímóti vørum sendar við eftirkravi.
8. PERSÓNSDATAPOLITIKKUR
Les okkara persónsdatapolitikk her.
9. KLAGUR
Vilt tú klaga um keypi, skalt tú skrivað til kaffihusid@kaffihusid.fo. Finna vit ikki eina loysn saman, kanst tú, um tú lýkur treytirnar, senda eina klagu inn til viðkomandi kærunevndir.